Wikipedia - Wikipedia
Jump to content
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Búmerki hjá
Wikipedia
Búmerki hjá
Wikipedia
á føroyskum
Wikipedia
er ein
alfrøði
við
opnum innihaldi
, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av
Wikimedia
, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í
apríl
2026
fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur
14.208
greinar í
føroysku
útgávuni. Í
januar
2004
vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum
málum
í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á
enskum
Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann
15. januar
2001
. Tann
føroyska
útgávan byrjaði tann
20. juni
2004
Berandi eyðkennir
rætta
rætta wikitekst
Tey trý eyðkennini við Wikipedia eru:
Hon er, ella roynir at vera, í fyrsta lagi ein
alfrøði
Hon er ein
wiki
, tað merkir, at øllum ber til at broyta hana.
Hon er við
opnum innihaldi
undir
GNU Free Documentation License
Wikipedia verður stuðlað av
Richard M. Stallman
og
Free Software Foundation
Vandalisma
rætta
rætta wikitekst
Ein av avbjóðingunum hjá Wikipedia er "vandalisma" - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum.
Sarah Lane, vertur fyri "Sarah's Blog Report", sum er ein partur av sjónvarpssendingini
Screen Savers
, "vandaliseraði" í eini sending Wikipedia-síðuna um
monkeypox
í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði "
Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox
". Seinni skrivaði hon: "Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators."
"Av tí at Wikipedia er ein fullkomiliga frí
open source
-verkætlan, dregur tað eisini ein riðil av
anarkistiskum
fólkum at sær," sigur Larry Sanger, ein teirra, ið stovnaði Wikipedia, við Wired News: "Tíbetur eru teir flestu brúkararnir fyrireikaðir til at virka ímóti vandalismu ... og fáa beint fyri slíkum beinleiðis, eftir at tað er byrjað".
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikipedia
Wikimedia Commons
Heintað frá "
Bólkur
Wikipedia
Wikipedia
Nýtt evni